Náttarlívið í Havn: Vit stuðla føroyskum brennivíni

Tað er uppá tíðina, og vit stuðla tí, um tað ber til. Tað siga føroyskir barreigara í dag. Tað er nakað, sum bendir á, at føroyskt framleitt brennivín fer at fáa góðar dagar í náttarlívinum, um uppskotið verður endaliga samtykt við 3. viðger.

 

Portalurin hevur í dag tosað við tríggjar barreigarar í Havnini, sum allir siga seg stuðla føroyskum brennivíni, um tað á nakran hátt letur seg gera fíggjarliga.

 

 

-Sjálvandi stuðla vit tí, um tað ber til, sigur Havgrímur Johannesen, eigari av Deep.

 

Somuleiðis tekur eigarin av Rex, Rúni Djurhuus, undir við at stuðla føroyskari framleiðslu, um tað á nakran hátt ber til.

 

-Vit vilja sjálvandi stuðla føroyskum brennivíni, tá ið tað einaferð kemur, sigur hann.

 

Eisini eigarin av Mica, Hans Michael Hansen heldur, at føroyska náttarlívið skal stuðla føroyskari framleiðslu av brennivíni.

 

-Vit vilja stuðla føroyskum brennivíni, tí tað er tann rætti vegurin fram, staðfestir hann.

 

Sostatt má ásannast, at verður framtíðar føroyskt brennvín kappingarført við útlendskar vørur, tá ið umræður prís og dygd, so verður føroyska brennivíni ein avgjørdur partur av náttarlívinum í Havn.