Náttarkirkja á Glyvrum

Í kvøld klokkan 21 letur Náttarkirkjan upp dyrnar í Glyvra kirkju.

Náttarkirkjan, ið er ein eksperimenterandi kirkja, vendir sær til ungdómin, men øll áhugað eru vælkomin. Tað verður sangur og tónleikur, jólatræ og jólahjørtu, ljósgloban og glow sticks, krubbuandakt og altargangur.

Ein náttarcafe verður í forkirkjuni.

Náttarkirkjan á Glyvrum fór av lunnum í 2009. Vanliga eru tríggjar um árið. Henda øðrvísi løtan í skýmligu og hugnaligu kirkjuni við teimum mongu bleiktrandi ljósunum hevur verið væl vitjað.