Millum 70-80 fólk høvdu leitað sær til løtuna, hóast eingin kirkjuklokka hevði kallað saman. Heldur varð tað dimmalættingin, ið kallaði saman, stendur á facebookvanganum hjá Nes prestagjaldi.
Campingplássið varð so at siga fult bókað, so onkur útlendingur var eisini í kirkjuliðnum hesa løtuna.
Aslaug Olsen var deknur, og Ovi Brim, sóknarprestur, prædikaði. Hann spældi eisini fyri til sangin.
Prædikan tók útgangsstøði í Jóhannes 8,12:
- Og Jesus talaði aftur til teirra og segði: «Eg eri ljós heimsins. Tann, sum fylgir mær, skal ikki ganga í myrkrinum, men hava lívsins ljós.»
Eftir gudstænastuna varð boðið til feska suppu í húsinum hjá Æðuvík camping. Væl smakkaði. Síðani tørnaðu fólk inn, meðan onnur fóru til dagsverk sítt.