At hyggja at fótbólti hálvgum á náttartíð er ikki tað, sum føroyskir áskoðarar eru von við.
Tí kundi tað neyvan undra nakran, at bæði svongdin og møðin var farin at gera um seg, tá dysturin móti Fraklandi var lokin. Tíbetur bar tó til at fáa sær ein bita við mongu pylsuvognarnar, sum sóust kring leikvøllin, og so mátti møðin rindast á bussferðini, har til bar at fáa sær ein blund.










