Náttarbussar koyra úr Klaksvík

Í sambandi við Summar Festivalin um vikuskiftið, fara náttarbussar at koyra úr Klaksvík til Havnar og Vestmanna.
Bussarnir koyra frá parkeringsplássinum við KÍ-høllina, og teir koyra eftir tiltøkini fríggjakvøldið og leygarkvøldið.
Bæði kvøldini verður koyrt kl .04.15.