Rithøvundurin Agnar Artúvertin mælir kvinnum frá at lesa yrkingarnar í sínum nýggjasta yrkingasavni, sum hann hevur ognað løgmanni
»Jahve kemur aftur - úr døprum tonkum og svørtum vónloysi« er heitið á nýggjum yrkingasavni hjá Agnari Artúvertin.
Saman við savninum hevur yrkjarin sent út eina ávaring móti at konufólk fáa fatur á útgávuni. Sambært Agnari Artúvertin fara tær nevniliga ikki at tola at lesa óvanliga sterku og bersøgnu yrkingarnar í savninum.
Tær 24 yrkingarnar hanga saman gjøgnum savnið og kunnu lesast sum ein eind. Savnið hevur Agnar Artúvertin ognað løgmanni.
»Jahve kemur aftur - úr døprum tonkum og svørtum vónloysi« er 50 blaðsíður og er at fáa í bókhandlum kring landið










