Tað eru lýsingarfyriøkurnar Team 85 og Reproz, ið nú leggja saman sum eitt nýtt virki. Nýggja fyritøkan nú er partur av Nema-samtakinum.
Millum kl. 15 og 17 er móttøka í nýggju hølunum, har viðskiftafólk og onnur áhugað hava høvi at síggja nýggju hølini.
Umframt tónleik og okkurt leskiligt verður høvið eisini nýtt til at avdúka nýggja samleikan hjá fyritøkuni.
Nýggja fyritøkan fer at virka innan økini: Snið, lýsingar, samskifti, web- og internet loysnir, expositión (skipa fyri messum) og in- og outdoor miðlar. Samanlagda fyritøkan verður tann størsta av sínum slagi í Føroyum.
Stjórar í nýggju fyritøkuni eru Christian Nagata og Poul Clementsen.










