Nýtt »Vikuskifti« í Sosialinum

Sosialurin hevur fingið nýtt vikuskiftisinnlegg

Sosialurin hevur nýtt »Vikuskifti« í útgávuni, sum er komin út í dag.

«Vikuskifti« er eitt 20 síður stórt blað, sum liggur inni í Sosialinum hvørt vikuskifti frameftir. Í vikuskiftisinnlegginum vera samrøður, klummur, reportasjur, siðsøga, quiz, ummæli og mangt annað.

Burtur úr innihaldinum hesaferð kann nevnast ein rørandi samrøða við Haldu Hansen, sum í fjør brádliga var rakt av álvarsligum krabbameini. Persónligi venjarin Sólbjørg Skoubo gevur góð ráð um, hvussu tað ber til at liva sunnari í 2021. Tema er um ársskiftið, og ymisk fólk greiða frá, hvussu tey fara inn í nýtt ár, og hvat tey hava sett sær fyri. Trý ummæli eru av skaldskapi og filmi, Óli Jacobsen skrivar um konubrot á Trøllanesi, og Niclas Johannesen skrivar klummu hesaferð.

##med2##

– Vit vilja fegin geva føroyingum eitt áhugavert vikuskiftisblað við fjølbroyttum og forvitnisligum innihaldi, sigur Annika Kunoy Im, sum er redaktørur á nýggja »Vikuskifti«. Pætur Eyðunsson Jensen, sum hevur grafisku fyritøkuna Droym, hevur sniðgivið nýggja, snøgga blaðið.

Samanlagt er útgávan av Sosialinum hesaferð 48 síður til støddar og fæst í leysasølu kring landið.

##med3##

##med4##