Føroyski bólkurin VSJ hevur í dag latið nýtt videolag úr hondum. Hetta er fyrsta videolagið hjá VSJ, og tað er gjørt til sangin God's Work, sum er sungin saman við Daniu O. Tausen.
Føroyingar hava av álvara tikið tónleikin hjá VSJ til sín. Í summar spældi bólkurin á stóra pallinum á Summar Festivalinum, og longu nú er greitt, at VSJ verður millum nøvnini á Voxbotn 2019.
Til ber at síggja videolagið, sum Raclip hevur framleitt, omanfyri.