Nýtt videolag við ORCA

Fløguaktuella ORCA hevur júst lagt eitt nýtt videolag út á Youtube: ?Í mínum æðrum (Deadverse RMX)?. Hetta er gjørt við einum teknikki, ið eitur stop-motion, sum m.a. er kent frá pingvinini Pingu, har tú vanliga nýtir dukkur ella modellervoksfigurar til frásigarar og tekur eina fotomynd fyri hvørja smárørslu hesir gera í videolagnum. Tá tú so setur allar myndirnar saman við videoforriti (30 myndir pr

sekund) simulerar tað rørslu.

 

Kanadiski animatørurin Paul Whittington hevur skrivað og filmað videolagið, ið er um ein android (hálvt menniskja, hálvur robottur) ið roynir at finna út úr

eini villinarborg. Havnamaðurin Thomas Koba hevur klipt og sett til tónleikin.

 

Tú kanst síggja videolagið á Youtube:

www.youtube.com/ladekarlno1

og vitjá ORCA á: www.myspace.com/jenslthomsen

 

Lagið ?Í mínum æðrum? er eitt remix av tittullagnum á nýggju fløguni hjá ORCA ?Livandi oyða?. Amerikumaðurin Oktopus hevur gjørt remixið. Oktopus er helvtin av hiphopduo´ini Dälek úr Brooklyn, ið sigast at vera millum týdningarmiklastu og mest slóbrótandi hiphipbólkar í heiminum í løtuni.