Fróði Hansen hevur júst latið frá sær eitt nýtt videolag til lagið "Spor", sum er síðsta skering á føroysku heildarútgávuni Hola, sum kom út á sumri í 2019.
Á upptøkunum, sum eru frá 1945 í Paris, síggjast m.a. ungar franskar kvinnur siga farvæl við familju teirra, áðrenn tær saman við amerikonskum hermonnum flyta til Amerika at byrja eitt nýtt lív.
Poul Arni Klein hevur sett upptøkurnar saman, meðan listamaðurin Bárður Dal Christiansen hevur lagt serligar effektir á upptøkurnar.
Nýggja videolagið er tøk á YouTube, og tað ber til at síggja tað niðan fyri her:
##med2##











