Seint í kvøld verður Super Bowl, sum er størsti dysturin í amerikanskum fótbólti. Liðini New England Patriots og Los Angeles Rams bresta saman í stóru finaluni.
Super Bowl er hæddarpunktið í amerikanska ítróttarkalendaranum, sum yvir hundrað milliónir amerikanskir sjónvarpshyggjarar hyggja eftir hvørt ár. Super Bowl telur millum heimsins størstu ítróttartiltøk, og umframt ítróttin, so hevur tað stóra showið í hálvleikinum fingið serliga stóran týdning. Í ár verður tað bólkurin Maroon 5, sum skal framføra.
Super Bowl LIII verður hildið í Mercedes-Benz Stadium i Atlanta. Stóri dysturin byrjar klokkan 23:30 føroyska tíð, og dysturin strekkir seg út á náttina í einar 3 tímar.