Nýtt venjaratoymi hjá Kyndilskvinnunum

Her er nýggja venjaratoymið hjá Kyndli

Eftir at Andreas F. Hansen og Sophus Dahl Christiansen seinastu 3 kappingarárini hava staðið á odda fyri Kyndilskvinnunum, hevur Andreas F. Hansen valt at takka fyri seg. 

 

Nýggja nevndin í Kyndli hevur afturat Sophusi Dahl Christiansen heitt á Christoffur Gert Nielsen at vera hjálparvenjari.

 

Christoffur hevur verið ungdómsvenjari í fleiri ár, bæði í Kyndli og í Danmark, og hevur tikið divisiónsvenjaraútbúgvingina hjá DHF.

 

Nevndin sær fram til eitt gott og spennandi kappingarár við hesum nýsamansetta venjaratoyminum.