Sumbingar høvdu í fjør og higartil í ár Robert Ciezlewicz sum leikandi venjara, men eftir dystinn móti KÍ í seinastu viku varð hetta broytt.
Tá gjørdi pólverski av, at hann ikki longur helt sær til at standa á odda fyri liðnum, og tí hevur talan hesa vikuna verð um nýggjan venjara.
Hesin er hin pólverski leikarin, Norbert Lucak, og afturat sær dystirnar hevur hann so fingið játtað hjálp frá Frits Poulsen.