Nýtt vendispæl á marknaðin

Næsta týsdag kemur nýtt føroyskt spæl á marknaðin, sum kallast "Fiskar og Fuglar í Føroyum". Hetta er eitt hugnaligt vendispæl , har minnið og vitan ger av, hvør vinnarin verður.

- Á ein stuttligan og spennandi hátt kunnu smærri og størri børn fáa enn meira vitan um "Fiskar og Fuglar í Føroyum" – bæði, tá talan er um, hvussu teir eita, og hvussu teir síggja út, men eisini hvussu nógv egg hvør fuglur verpur, og hvussu nógv ár hvør fiskur blívur.

Tey, sum geva spælið út, siga, at "Fiskar og Fuglar í Føroyum" er sum onnur vanlig vendispæl, men umframt at myndirnar í spælinum eru av fiskum og fuglum í Føroyum, so eru eisini spurningar um hesi djór við í spælinum. Tískil er tað ikki bara umráðandi at minnast, hvar myndirnar liggja, men tað hjálpir eisini, um tú hevur nakað av vitan um hesar fuglar. Við í spælinum er eisini eitt hefti við fleiri upplýsingum um okkara fiskar og fuglur.

- Í allar tíðir hevur fuglurin og fiskurin havt stóran týdning fyri okkara land og tað fólk, sum her býr, bæði mentanarliga og fíggjarliga. Virðingin fyri hesum tilfeingi hevur verið stór millum manna, tí fuglurin í bjørgunum og fiskurin havinum hava í allar tíðir átt lívið í okkara tjóð. Við djúpastu virðing fyri okkara náttúru, vakurleika og tí virði, sum okkara náttúra hevur, bjóða vit øllum børnum í Føroyum vendispælið, siga tey sum geva spælið út.

Tað er felagið Fegin sum gevur spælið út. "Fiskar og Fuglar í Føroyum" fæst í øllum FK-handlum og hjá BR. Spælið kostar 199 krónur.