HONDBÓLTUR-KVINNUR
Tær klassisku orsøkirnar gera eisini um seg í Vági, nú kvinnuhondbólturin bjóðar seg fram við spildurnýggjari manning. Onkrar eru í eydnusomum umstøðum, onkrar eru farnar av landinum og aðrar bara givnar.
Einasti av spælarunum frá í fjør, sum er eftir, er Laila Jespersen, og so er Arnleyg Hjelm (fyrr Krosslá, blðm.) byrjað aftur eftir steðg í eitt ár. Hinvegin hevur liðið fingið styrk úr Litava við málverja og tveimum bakkspælarum, men annars er restin fólk, ið hevur flestu royndirnar úr 2. deild.
Hetta vísti seg kortini at røkka alt samalt, tá VB sunnudagin tók móti Tjaldri í høllini á Vágseiði, tí VB-kvinnurnar vunnu dystin sannførandi 24-18 og vóru eisini í steðginum seks mál frammanfyri.
Styrkin hjá VB var allan dystin, at liðið spældi skjótari og flutti bóltin betur. Fleiri mál komu eisini upp á skjótálop, og á teirri kontuni lá einki fyri hjá Tjaldri.
Ein annar munur var kanska eisini, at teir tríggir útlendingarnir á VB-liðnum ? bakkspælararnir Reda Kurkauskiene og Daiva Toumaite og málverjin Daiva Ylaite ? sum heild royndust munandi betur enn tær útlendsku hjá Tjaldri.
Eitt nú kom spælandi venjarin hjá Tjaldri, Vesna Tomajek, bara á vøllin ta einu ferðina móti endanum fyri at taka eitt brotskast ? og brendi_
Hóast alt hetta, kom stígur í hjá vágskvinnum í seinna hálvleiki, tá Tjaldur alla tíðina mansvardi tær báðar litavisku á bakkinum. Tá eitt korter var farið, var munurin komin niður á trý mál, men so fann VB stevið aftur og koyrdi sigurin heim.
Dysturin í tølum:
VB-Tjaldur 24-18 (14-8)
Málskjúttar:
VB: Reda Kurkauskiene 9 (2), Daiva Toumaite 8 (1), Arnleyg Hjelm 2, Laila Jespersen 2, Eydis Kjærbo 1, Anja Magnussen 1, Guðrun Midjord 1
Tjaldur: Milica Ergic 8 (5), Beinta Joensen 4, Heidi Heinesen 2, Lenka Bibaric 2, Kristine Ellingsgaard 1, Oddvá Fossdalsá 1
Brotskøst: VB 3, Tjaldur 7
Útvísingar: VB 2, Tjaldur 5
Dómarar: Birgir Dimon og Kári Niclasen