Borðoy: - Nógv ferðsluóhapp hava verið á hesi farleiðini – bæði til tunlarnar, millum tunlarnar og í sjálvum tunlunum, vísa teir tríggir andstøðutingmenninir á.
Í uppskotinum mæla teir til at gera tveir tunlar – ein millum Klaksvík og Árnafjørð, og ein millum Árnafjørð og Depil.
- Útreiðslurnar til hetta skulu í mesta lagi verða 292 mió krónur, siga teir tríggir.
Skotið verður upp at játta 26 mió til ætlanina í ár, og síðani størri upphæddir tey næstu fimm árini, fram til 2012.
Verkætlanin er kostnaðarmikil, viðganga tingmenninir. Hetta kemur av, at talan er um at gera tveir tunlar.
Deyðsfella
Í viðmerkingunum til uppskotið verður víst á, at verandi farleið Norður um Fjall, frá Klaksvík og yvir til Árnafjarðar og víðari norður til Norðdepils, varð tikin í nýtslu, tá tunlarnir á Borðoynni vórðu latnir upp í ávikavist 1967 og 1969.
Tunlarnir hava bara eina koyribreyt og lúka tí ikki nútíðar krøv til hædd, breidd og trygdarútgerð. Fríhæddin er 3,2 m og breiddin 3,5 m, og tí kunnu størri akfør ikki koyra ígjøgnum tunlarnar, sum eru álvarsligir fløskuhálsar fyri bygdirnar norðanfyri.
Í báðum tunlunum er bara ein koyribreyt, og skal suðurgangandi ferðsla halda aftur fyri mótkoyrandi ferðslu. Hetta skapar ruðuleika, tá akfør, sum ganga í gjøgnum tunlarnar, men ikki sleppa inn á víkiplássini møtast, ella tá fleiri bilar samanhangandi skulu víkja á sama víkiplássi fyri mótkoyrandi ferðslu.
- Tí er verandi støða ein deyðsfella, har eingi trygdarkrøv yvirhøvur eru ásett og enn minni uppfylt, vísa teir tríggir á.
Tað búgva umleið 800 fólk norðan fyri tunlarnar, og ferðslan er stór, umleið 900 akfør koyra í miðal um samdøgrið, men til og frá arbeiði er ferðslan ikki minni enn í Norðoyatunlinum.
Uppskotið fer eisini at fáa positivar avleiðingar fyri vinnuna. Sum er, kann eingin av størru bussunum og einki nútímans flutningsakfar nýta verandi farleið.
- Fyri ferðavinnuna eru hesir tunlarnir eisini ein avgerandi fortreyt, verður sagt.
Uppskot nr. 134/2007 er nú lagt fram, og nú verður bíðað eftir, hvat tingið sigur til tað.