Sum liður í eini avkláring av skuldarspurninginum hjá føroysku kommunum, hevur Føroya løgmaður heitt á J.S.S. Consult um at arbeiða við eini møguligari umlegging føroysku kommunuskuldini.
Eftir hesum leisti, hevur J.S.S. Consult í longri tíð arbeitt saman við hollendska bankarisanum ABN-AMRO. Í februar 1999 varð eitt fullfíggjað uppskot lagt fyri Landsstýrið, samstundis sum umboð fyri bankan høvdu fund við føroyskar fíggjarstovnar og Føroya Kommuufelag. Kommunurnar í kommunusamskipanini sendu avboð til fundin.
Tá lóggávan á økinum og heimildirnar í hesum sambandi ikki vóru fullfíggjaðar um tað mundi, fekst eingin skipan í lag um hetta í 1999, men í januar mánaði í ár, heitti løgmaður aftur á J.S.S. Consult um at fáa eitt dagført uppskot.
Nýtt uppskot er tískil sent øllum kommunum í landinum, og skulu vit niðanfyri umrøða hetta í høvuðsheitum.
Kommunalt kredittfelag
Sambært uppskotinum frá J.S.S. Consult, er ætlanin at seta á stovn Føroya Kommunukreditt, sum skal standa sum einasti lánveitari hjá føroysku kommununum.
Stovnsfæi í nýstovnaða felagnum skal eftir ætlan vera einar 80 mió.kr., sum skulu takast úr Kommunala Kreppulánsgrunninum. Kommunurnar skulu sostatt eiga part í felagnum í mun til tær upphæddir, sum eru goldnar grunninum.
Kommunala kredittfelagið skal síðani taka lán frá ABN-AMRO, uml. 1,3 mia.kr., sum so aftur verða læntar kommunum. Til tess at tryggja eitt framhaldandi lágt rentustøði á hesum láni, skal rentan tryggjast í ávíst áramál.
Rentan, sum kommunurnar so rinda til Kommunukredit, verður so nakað hægri enn rentan, sum Kommunukredit rindar ABN-AMRO, soleiðis at peningur er til rindan av umsiting og provisiónum. Um so er, at gjaldið til Kommunukreditt fær ov nógvan pening burtur úr hesum, verður hetta afturborið kommununum í kraft av, at tað verða tær, sum fáa ágóðan av einum møguligum yvirskoti.
Afturgjaldstíðin verður ætlandi 15 ár, og verða lánini veitt sum annuitetslán. Eins og við núverandi skipan, skal Kommunukredit hava transport í skattainntøkunum hjá kommununi, og hava kommunurnar framhaldandi møguleika at rinda eyka avdráttir.
Samhaldsfesti
Tá Landsbankin fyri stuttum, saman við danska UniBank, legði fram uppskot um eina samlaða umlegging av kommunuskuldini, fekk hetta uppskot heldur kaldliga móttøku frá stóru kommununum.
Ta ferðina førdu býráðsformenninir í bæði Klaksvík og Havn fram, at teir ikki kundu ganga við til, at kommunurnar fóru inn í eina solidariska skipan, har kommunurnar hefta fyri hvørjari aðrari.
Í uppskotinum frá J.S.S. Consult, verður júst samábyrgd nevnd sum ein partur av trygdargrundarlagnum hjá einum møguligum kommunalum kredittfelag.
Mett út frá hesum, tykjast sannlíkindini fyri, at ein slíkur stovnur verður settur á stovn, ikki serliga stór, men hetta verður so ein spurningur, sum einstøku kommunurnar skulu taka støðu til.
Í øllum førum tykist vera vist, at stendur tað upp til Løgmann, verður okkurt slag av solidariskari skipan gjøgnumførd. Tey bæði uppskotini frá ávíkavist Landsbankanum og J.S.S. Consult eru bæði gjørd eftir áheitan frá Løgmanni, og harumframt tykjast tey vera rættuliga lík hvørjum øðrum, so enn er seinasta orðið helst ikki sagt í hesum sambandi.










