Helena Dam á Neytabø vísir staðiliga aftur skuldsetingunum um, at tað ikki passar, at Landsstýrið arbeiðir við at broyta dagpeningskipanina. Hon sigur, at nevndin arbeiðir støðugt við málinum, og væntast hon at verða klár við einum uppskoti áðrenn árið er úti.
? Tað er ikki rætt, tá Ingeborg Vinther sigur við Sosialin, at nevndin, ið arbeiðir við uppskoti um nýggja dagpeningaskipan, ikki hevur havt fund síðani desember 1998, og at nevndin sostatt ikki er virkin. Seinasti fundurin var 16. februar, og tá gjørdust limirnir samdir um, at umboðini úr Almanna- og Heilsumálastýrinum og frá Dagpeningaskipanini skuldu arbeiða víðari sjálvi og síðani koma aftur til samlaða bólkin við einum uppskoti. Umboðini fyri arbeiðsmarknaðin skuldu gera viðmerkingar til ymiskar spurningar.
Helena Dam á Neystabø vissar um, at full semja var í arbeiðsbólkinum um at býta arbeiði soleiðis upp, og somuleiðis vissar hon um, at arbeiðsbólkurin kemur við einum tilmæli í ár.
Rykt eftir tilfari
Landsstýriskvinnan sigur, at nevndarumboðini frá Almanna- og Heilsumálastýrinum allatíðina hava arbeitt við málinum, men hava verið noydd at rykkja eftir tilfari frá hinum pørtunum í arbeiðsbólkinum. Tilfarið er nú komið inn, og Helena Dam á Neystabø sigur, at umboðini fyri Almanna- og Heilsumálastýrið hava arbeitt víðari við hesum tilfari, so tey kunnu venda aftur til arbeiðsbólkin við eini rammu, ið nýtt uppskot um dagpeningaskipan kann byggja á.
Tey, ið sita í arbeiðsbólkinum eru juristar úr Almanna- og Heilsumálastýrinum, partarnir á arbeiðsmarknaðinum og fólk frá Dagpeningaskipanini. Formaður í arbeiðsbólkinum er Petur Elias Nielsen.
Sosialmál ella ikki
Helena Dam á Neystabø sigur, at lyklapunktini, arbeiðsbólkurin arbeiðir við, millum onnur eru, hvussu høgt útgjaldið skal vera, hvussu langa tíð tað skal bera til at fáa dagpening og eisini spurningurin um, hvør kann vera við í dagpeningaskipanini. Hon vísir á, at spurningurin nevniliga er, um skipanin bert skal fevna um tey tímaløntu á arbeiðsmarknaðinum ella tað eisini skal bera til, eins og í verandi skipan, hjá heimagangandi og sjálvstøðugum vinnurekandi at tryggja seg í skipanini.
Viðvíkjandi spurninginum, um fólk skulu fáa pening úr dagpeningaskipanini beinanvegin frá fyrsta sjúkradegi, vísir Helena Dam á Neystabø á, at støða má takast til, nær talan er um ein arbeiðsmarknaðarspurning og nær talan er um eitt sosialmál.
Landsstýriskvinnan í almanna- og heilsumálum vísir á, at í Danmark er ikki talan um sosialmál fyrr enn tú hevur verið burtur frá arbeiðinum í meira enn fjúrtan dagar. Hon heldur, at tey tímaløntu sjálvsagt skulu fáa dagpening frá fyrsta sjúkradegi, eins og tey fastløntu ikki verða drigin í løn, men at greiða má fáast á, um talan er um eitt sosialmál frá fyrsta degi ella ikki.
Sjálv heldur landsstýriskvinnan avgjørt ikki, at talan er sosialmál beinan vegin, og tískil heldur hon, at talan er um ein spurning, ið partarnir á arbeiðsmarknaðinum eiga at samráða seg til.
Helena Dam á Neystabø heldur ikki, at tað ber til at samanbera støðuna hjá teimum fastløntu og teimum tímaløntu. Hon vísir á, at orsøkin til, at karensdagarnir eru avtiknir er, at fagfelag teirra fastløntu hevur megnað hetta gjøgnum samráðingar. Tískil heldur hon eisini, at verkafólk kunnu klára at samráða seg til eina loysn, har arbeiðsgevarin rindar løn fyri sjúkradagar.
? Var eg formaður í einum verkamannafelag, hevði eg kravt, at arbeiðsgevararnir rindaðu dagpening. Tað er jú í tráð við allan nútímans arbeiðspolitikk, at tað ikki ber til at fáa eitt gott arbeiði burturúr fólki, uttan arbeiðsumstøðurnar eru í lagi, sigur Helena Dam á Neystabø avgjørd.
Torført at umsita
Landsstýriskvinnan vísir á, at ein slík skipan, sum andstøðan hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um, gerst ógvuliga torfør at umsita. Hon vísir á, at tað kann gerast ein ræðuligur ruðuleiki, tá øll skulu renna til lækna beinanvegin tey eru vorðin sjúk, fyri at fáa læknaváttan, so til ber at fáa dagpening.
? Vit vita jú, hvussu long bíðitíðin í løtuni er at sleppa framat hjá lækna, og tá so alt hetta kemur afturat, verður ein ræðuligur ruðuleiki, tí fólk skulu helst fáa læknaváttan sum skjótast, sigur Helena Dam á Neystabø og vísir á, at hetta somuleiðis krevur eina stóra og kostnaðarmikla umsiting.
Viðmerkjast kann, at í uppskotinum hjá andstøðuni verður broytingin í dagpeningaskipanini mett at kosta tíggju milliónir krónur og síðani eina ávísa eyka arbeiðsbyrðu hjá Almannastovuni.
Nógvir aðrir spurningar
Helena Dam á Neystabø staðfestir, at arbeiðsbólkurin ikki bert arbeiðir við málinum um, frá hvørjum degi dagpeningur skal rindast. Nógvir aðrir spurningar eru eisini at taka støðu til, og tí kann ikki væntast, at arbeiðsbólkurin fer at loysa málið fullkomuliga, og tað heldur hon heldur ikki hann skal, tí Almanna- og Heilsumálastýrið eigur ikki at blanda seg í arbeiðsmarknaðarmál.
Landsstýriskvinnan bjóðar sær tó til at bjóða pørtunum á arbeiðsmarknaðinum á fund, har viðgerast skal, um ikki arbeiðsgevarin eigur at rinda ein part av dagpeninginum. Hon vísir á, at um arbeiðsgevararnir vilja gjalda dagpening, ber til at fáa eina skipan, har tey minni og veikaru feløgini kunnu tryggja seg, soleiðis, at byrðan av dagpeninginum ikki verður ov tung.
? Eg vil tó enn einaferð vísa á, at arbeiðsbólkurin ikki er farin í koma, og roknast kann við einum tilmæli frá honum í ár, sigur Helena Dam á Neystabø at enda.










