Nýtt ungdómsvirksemi í Hoyvík

Frítíðarvirksemi verður nú sett í verk fyri ungdóm í Hoyvík. Mentamálanevndin hjá Tórshavnar býráð hevur í dag einsmælt samtykt eina royndarskipan, sum byrjar longu um eina góða viku – tann 15. mars.

UNGDÓMUR

- Okkara umsiting fyri børn og ung hevur eftir áheitan frá býráðnum mett um tørvin á frítíðarátøkum millum tey ungu í kommununi sum heild og mælir til tílíkt virksemi í Hoyvík beinanvegin, tí har er tørvurin størstur, sigur formaðurin í mentamálanevndini Jógvan Arge.

Virksemið verður í frítíðarskúlanum við Hoyvíkar skúla, sum skúlaleiðslan og leiðslan fyri frítíðarskúlan hava játtað at lata upp fyri ungdóminum eftir vanliga afturlatingartíð.

Í fyrstu atløgu verður talan um tveir dagar um vikuna, mánakvøld frá klokkan 18 til 23 og leygarkvøld frá klokkan 22 til 02 í tríggjar mánaðir sum ein royndarskipan. Aldursbólkurin er millum 13 og 18 ár.

Hesar tríggjar mánaðirnar verður arbeitt víðari við, hvussu hetta ungdómsvirksemið í Hoyvík kann skipast eftir einum føstum leisti í framtíðini. Haraftrat verður arbeitt víðari við møguleikunum aðrastaðni í kommununi.

Fólkatalið í Hoyvík veksur alsamt og barnatalið við. Jógvan Arge, nevndarformaður, sigur at kommunan hevur kannað møguleikarnar fyri sonevndum klubbvirksemi fyri børnum úr 3. til 6. flokk í Hoyvík. Hesin spurningur er ikki loystur enn, men arbeitt verður víðari við ætlanini, eitt nú í sambandi við, at Hoyvíkshøllin verður útbygd, sigur hann.

Í fjør heyst var ungdómstilboð sett í verk fyri ungdómin í Nólsoy. Har lata tey væl at átakinum hjá Tórshavnar Kommunu.