Fyri jól í fjør samtykti býráðið í Havn at seta nýtt ungdómstilboð á stovn á Velbastað. Stígur kom í ætlanina, tá koronafarsóttin tók seg upp fyrr í ár, men kommunan hevur arbeitt víðari við fyrireikingunum, soleiðis at tilboðið kann byrja.
Á Velbastað er frammanundan eitt tilboð fyri børn í skúlaaldri, sum er opið annað hvørt fríggjakvøld. Í samráð við tað tilboðið leggur kommunala ungdómstilboðið seg eftir at arbeiða við ungum í aldrinum 14 – 18 ár. Tað eru umleið 30 ung í hesum aldri í Kirkjubø, á Velbastað og í Syðradali tilsamans.
Ungdómstilboðið fer at halda til í somu hølum, sum frítíðarskúlin í dag húsast í. At byrja við verður tilboðið opið mikukvøld og fríggjakvøld.
Innihaldsliga verður tilboðið nakað líknandi tí, tú finnur í øðrum ungdómstilboðum í kommununi, so sum borðspøl, kiosk, kreativitet, spurnarkappingar v.m. Tað verða eisini tey ungu, sum koma at mynda staðið við teirra íblástri og hugsanum.