Tað tekur sína tíð hjá Fiskimálaráðnum at avgreiða málið um festið í Fámará.
Partar í málinum hava togast aftur og fram um eitt nú mannagongdina hjá seljaranum, og partarnir høvdu møguleikan at koma við viðmerkingum.
Freistin at koma við viðmerkingum varð tvær ferðir longd, til 7. september, og nú er aftur høvi at gera viðmerkingar til tey sjónarmiðini. Tann freistin er sett til 24. september.
Búnaðarstovan avgjørdi, at Árni Brattaberg skuldi kunna keypið festið, tí í krónum var boð hansara størst.
Men Johan Dalsgaard og sakførari hansara kærdu avgerðina, handilin varð steðgaður, og málið var flutt til Fiskimálaráðið. Teir hildu ikki Búnaðarstovuna hava valt best egnaða festara.