Løgreglukvinnan í føroysku troyggjuni skal uppklára eina nýggja brotsgerð. Politiken heldur seg vita frá keldum í DR, at ein nýggj røð við Brotsgerðini skal framleiðast. Ein triðja røð við Brotsgerðini skal framleiðast og sendast í 2012, skrivar blaðið Politiken.
Danmarks Radio, sum hevur staðið fyri framleiðsluni av Brotsgerðini, hevur ikki váttað, at ein nýggj røð skal gerast, men Politiken heldur seg vita við vissu, at talan verður um eina nýggja røð í 2012.
Sofie Gråbøl hevur leiklutin sum løgreglukvinnan Sarah Lund, og hon hevur í røðini gingið í føroyskari troyggju frá Guðrun & Guðrun. Spennandi verður at vita, um føroysku klædnaframleiðararnir fáa møguleikan at lata enn eina troyggju til røðina.
Framleiðararnir av Brotsgerðini eru í løtuni staddir í USA, har røðin hevur møguleikan at vinna eina Emmy heiðursløn.