VÍF er næstmest vinnandi liðið í føroyskum manshondbólti eftir Kyndil, sum eisini vann meistaraheitið síðsta kappingarár ímóti júst VÍF. Tað er blivið til heili 21 meistaraheiti í søgu felagsins, og tað síðsta av hesum bleiv vunnið í 2005.
Í nýggju øldini hevur liðið at kalla á hvørjum ári verið við heilt frammi í oddinum. Tað er eisini blivið til trý meistaraheitið seinastu sjey árini, men seinastu fimm árini hevur VÍF havt tað trupult í mest týðandi dystunum. Liðið hevur nevniliga fleiri ferðir tapt í bæði steypafinalum og FM-finalum, og tí eru teir kanska óhepnir ikki at hava vunnið enn fleiri meistaraheiti ella steypafinalur.
Sjálvt um liðið fleiri ferðir hevur tapt mest týðandi dystirnar seinastu árini, so er tó eingin sum helst ivi um góðu hondbóltsevnini í Vestmanna. Og hondbóltsevnunum fáa teir heilt sikkurt brúk fyri í ár. Fleiri av størstu profilunum seinnu árini vera nevniliga ikki at finna á liðnum hjá VÍF í ár av ymiskum orsøkum, og tí vera tað fleiri av ungu leikarunum í felagnum, sum skulu bera liðið víðari.
Vit hava tikið eitt prát við ein av hesum ungu leikarunum, Regin Joensen, sum væntar, at VÍF nokk skal koma at gera seg galdandi.
Mist nógv fólk
VÍF er helst tað liðið, sum hevur verið úti fyri størstu broytingunum til nýggja kappingarárið. Teir hava mist nógvar av leikarunum, sum hava verið við til at manna liðið, og tað eru fleiri av størstu profilunum, sum ikki vera við í ár.
- Ja, vit hava mist nógv fólk til kappingina, sum liggur fyri framman. Ingi Olsen er blivin venjari hjá Neistanum, Harald Bjørgvin er givin, John Zachariassen verður ikki við fyribils, og harafturat hevur Ái G. Olsen valt at taka eitt sabbatár frá hondbóltinum. Tí vera tað nógvar av yngru leikarunum, sum nú vera fastir á liðnum, sigur Regin Joensen.
Hann heldur tó, at ungu leikararnir eru væl fyri og klárir at taka yvir tær ymisku rollurnar á besta liðnum.
- Vi hava vant rættiliga hart síðani einaferð í august mánaði, og eg haldi, at vit eru í rættiliga góðum form. Nýggi venjarin, Morten Hust Pedersen, krevur rættiliga nógv av okkum leikarum, og eg haldi eisini, at spælararnir lúka krøvini hjá venjaranum. So eg meti heilt víst, at vit eru klárir at fara undir kappingina, heldur Regin.
Málið er at enda í oddinum
Sum sagt oman fyri, so er VÍF eitt av liðunum í bestu mansdeildini í hondbólti, sum seinastu nógvu árini hevur verið við heilt frammi í oddinum. Sjálvt um liðið hevur mist nógvar spælarar til komandi kappingarárið, so sigur Regin, at málið hjá teimum er at enda heilt frammi í oddinum.
- VÍF miðar altíð høgt í føroyskum hondbólti, og tað er eingin ivi um, at vit aftur í ár ætla at vera við heilt frammi í oddinum. Málið er at koma í finaluna um meistaraheitið, og eru vit fyrst komnir har til, so ætla vit okkum sjálvandi allan vegin, sigur sterki høgri bakkurin.
Regin sigur seg annars vænta eina rættiliga harða kapping í ár, men hann heldur, at kanska serliga KÍF kann fara at yvirraska.
- Kollfirðingar síggja út til at hava eitt rættiliga gott lið, og teir kunnu heilt víst gerast eitt yvirraskilsi í ár. Annars vænti eg eina rættiliga harða kapping, har øll liðini kunnu vinna ímóti øllum, tí liðini tykjast vera rættiliga jøvn, heldur Regin Joensen.
Góður geistur á liðnum
Tá vit at enda spurdu Regin, hvat hann metti vera sterkastu síðuna hjá liðnum, nevndi hann beinanvegin hugin til hondbólt.
- Hugurin hjá monnum er rættiliga góður at bæði venja og spæla hondbólt, og so haldi eg, at har er sera góður geistur á liðnum. Hetta er nakað, sum vit sjálvandi skulu taka við til fyrsta dystin leygardagin. Harafturat haldi eg eisini, at vestmenningar altíð hava havt ein góan vilja, og hesin fer at hjálpa okum í ár, sigur hann.
Hinvegin heldur hann, at manglandi rutinan hjá unga liðnum kann gerast ein trupulleiki.
- Liðið hjá okkum er ungt, og nógvir av leikarunum í hópinum hava ikki tær stóru royndirnar. Tí er rutinan á liðnum ikki so stór. Hetta kann sjálvandi gerast ein trupulleiki til tíðir, men eg trúgvi ikki, at tað fer at bila, sigur kvívíkingurin at enda.
Seinastu nógvu árini hevur VÍF sum sagt verið fastur fúsur í oddinum av føroyskum hondbólti. Nú er tað at kalla eitt nýtt lið, sum fer undir kappingina, og tí verður spennandi at síggja, um ungu menninir fara at halda sær heilt frammi í oddinum.