Nýtt ættarlið kom í Klaksvíkar býráð

Fleiri royndir býráðspolitikarar eru farnir úr Klaksvíkar býráð, og eitt nýtt ættarlið av politikarum bjóðar seg fram. Borgarstjórin setti met í atkvøðum, og hóast stóri minnilutaflokkurin vann eitt umboð, so er meirilutin framvegis meiriluti

Kommunuvalið í Klaksvík broytti lítið og einki í býtinum millum flokkarnar, og meirilutin í býráðnum varðveitti sín meiriluta.
Einasta broytingin var, at Fólkaflokkurin fekk eitt umboð afturat, og tað umboðið kom frá Kristiliga Fólkaflokkinum, sum ikki stillaði uppaftur.
Stór útskifting var tó í býráðslimum, tí heili 5 av 11 limum vóru skiftir út.
Frammanundan var greitt, at Jógvan við Keldu, Betta Joensen og Hilmar Danielsen ikki fóru at halda fram, tí tey stillaðu ikki uppaftur. Men harafturat noyddust eisini Karl Heri Joensen og Erik Andreasen at lúta í hørðu kappingini um teir ellivu sessirnar.
Flestu av teimum nýggju býráðslimunum eru púra óroyndir í kommunalpolitikki, og talan er í roynd og veru um eitt nýtt ættarlið av politikarum, sum nú sleppur fram at.

Fólkaflokkurin skifti út
Fólkaflokkurin skifti tað mesta av sínari manning út, og nú flokkurin hevði framgongd við 200 atkvøðum, fekk hann sín fjórða býráðslim aftur. Av teimum, sum sótu í gamla býráðnum, heldur bara Kristian Fríðrik Olsen fram.
Hinvegin eru Gunvá við Keldu, Atli Justinussen og Jákup Mikkelsen nýggj í býráðnum, hóast Jákup Mikkelsen hevur átta ár royndir frá kommunalpolitikki í áttatiárunum.
Sambandsflokkurin skuldi hava nýggjan býráðslim fyri Bettu Joensen, og flokkurin kláraði inn um aftur við Hans Arna Bertholdsen sum nýggjum umboði.

Eyðgunn styrkti seg
Kappingin í Javnaðarflokkinum var hørð, og tað hevði eisini við sær, at flokkurin fekk einar 60 atkvøður fleiri hesaferð.
Eyðgunn Samuelsen fór enn einaferð fram í atkvøðutalið, og hon gjørdist greiður toppskorari á listanum við 201 atkvøðum. Torleif Sigurðsson kom eisini innaftur við 110 atkvøðum, meðan Signild V. Joensen og Tummas Lervig, sum vóru fremstu kappingarneytarnir, gjørdust ov stutt hesaferð.
Sjálvstýrisflokkurin fekk eisini nýggjan býráðslim, hóast tann royndi politikarin Karl Heri Joensen stillaði uppaftur. Hann var syftur av tí 30 ára gamla Kristian Eli Zachariasen, sum fekk tríggjar atkvøður fleiri.

Borgarstjórin skapti framgongd
Tjóðveldisflokkurin hevði eitt sera gott val seinast, og hesaferð fór flokkurin enn einaferð fram. Tað var fyrst og fremst takka veri einum kanónvali hjá borgarstjóranum Steinbjørn O. Jacobsen. Hann setti met við 391 atkvøðum.
Hinir báðir býráðslimirnir hjá flokkinum vóru eisini afturvaldir, og tað var eitt langt lop frá Jórun Høgnesen og Rana Nolsøe og niður til tey næstu á listanum.
Kristiligi Fólkaflokkurin, sum seinastu 12 árini hevur havt býráðslim í Klaksvík, stillaði ikki uppaftur, og tí var Hilmar Danielsen ikki afturvaldur.