Nýtt ættarlið fær stóra ábyrgd

Lítil ivi tykist vera um, at í hvussu so er tríggir, sum ikki hava verið fastir menn á landsliðnum, hesa ferð fáa møguleikan millum teir fyrstu ellivu

Fótbóltur

Mikukvøldið fer landsliðið undir nýggja EM undankapping. Og fyri fyrstu ferð við føroyskum venjara við høvuðsárbyrgdini frá fyrsta bríksli. Einasta ferðin, at føroyingar áður hava havt ábyrgdina í undankappingardysti, var í 1993, tá ið Johan Nielsen og Jógvan Norðbúð, sáli, í einum dysti sótu á beinkinum. Hetta var móti Rumenia á Svangaskarði. Rumenia vann 4-0. Annars hava tað verið Páll Guðlaugsson, Allan Simonsen og Henrik Larsen, sum hava sitið við stýrisvølin.
Men nú er tað toftamaðurin Jógvan Martin Olsen, sum hevur ábyrgdina, og hann hevur signalerað, at talan verður um broytingar ímóti Georgia og í undankappingini sum heild.
Jógvan Martin hevur áður sagt, at liðið skal spæla 4-3-3 ella 4-5-1, og at málið er at spæla meiri og sparka minni.
- Tað verður altíð torført hjá okkum at seta dagsskránna, men vit fara at royna. Hóast nógvir av teimum, sum nú manna landsliðið, ikki hava spælt so nógv á aliðnum, so hava teir nógvar altjóða royndir frá yngru landsliðunum og í Europa Cup. Tað vil siga, at teir eru vanir við at verða kroystir og kortini at halda høvdið kalt og royna at spæla seg burtur úr trongum, meðan tað verður roynt at flyta spælið longri fram á vøllin, og hetta er eisini ætlanin mikudagin, sigur landsliðsvenjarin.

Tilfarið
Hóast talan ikki einvíst kann sigast at vera um ættarliðsskifti, so er tað lagt upp til, at fleiri spælarar, sum higartil ikki so ofta hava verið millum teir fyrstu ellivu, fara at fáa møguleikan mikukvøldið.
Tað kann roknast við, at Atli Danielsen fer at vera undir liðini á Óla Johannesen í miðverjuni, og í átjan manna hópinum tykist vera trupult at fáa eyga á alternativ við HB liðformannin, Janus M. Joensen, sum evni til vinstra vongverjan. Mest upplagda alternativið til miðverjuplássið hjá Atla og vongverjan hjá Janusi er ivaleyst Vagnur Mohr Mortensen, sum hevur staðið seg heilt væl í miðverjuni og á verjukenda miðvallarplássinum.
Á miðvøllinum kann tað væl hugsast, at Kári Nielsen, sum hevur verið sera støðugur á HB liðnum, verður annar teirra, sum fer at fáa møguleikan undir liðini á Fróða Benjaminsen.
Símun Samuelsen hevur higartil í ár verið ein tann besti spælarin hjá Keflavík, og tað hevur verið nógv tosað um hann í Íslandi. Jógvan Martin Olsen var fyrr í summar í Íslandi, og tá sá hann, at Símun er væl fyri. Tí tykist tað rættiliga sannlíkt, at vágbingurin verður ytsti miðvallarin í vinstru.
Jógvan Martin Olsen vil ikki siga so nógv um liðið. Sjálvandi hava hann og hjálparvenjarin, John Petersen, hugsað og arbeitt við fleiri møguleikum, og gongdin í venjingunum kann eisini bera nýggjar møguleikar við sær.
Í tí konseptinum, sum venjarin ætlar at liðið skal spæla, er alneyðugt, at tað er ein maður á toppinum, sum megnar at taka ímóti og varðveita bóltin, og sum samstundis er vandamikil avsluttari við beinunum og ikki minst høvdinum. Tað er rættiliga sannlíkt, at hesin maðurin verður Rógvi Jacobsen, meðan Christian Høgni Jacobsen, við sínum skjótleika og stóra sjálvsálitið eftir nógvan undanvind í langa tíð, verður ytsti miðvallarin í høgru.
Um hetta verður partur av kabalini, so er møguleiki fyri, at Jákup á Borg, sum á HB liðnum hevur verið eyðsýniliga væl upplagdur í framrættaða spælinum, verður høgri vongverji. Ein setningur, sum hann hevur røkt sera væl í venjingardystunum, sum eru spældir.
Síðsti spurningurin er so, hvør verður triði sentrali miðvallarin. Í telvingini um tað plássið eru tað í hvussu so er tríggir spælarar  Claus Bech Jørgensen, sum fekk góða dystarvenjing í Coventry undan kappingarbyrjan, men sum ikki hevur verið á vøllinum í trimum teimum fyrstu landskappingardystunum, Hanus Thorleifsson, sum hevur verið væl upplagdur á B36 miðvøllinum, og ikki minst Hans Pauli Samuelsen, sum hevur verið kanska størsti porfilurin av øllum í landskappingini higartil í ár.
Landsliðið vandi í Gundadali fyrrapartin í dag, og tað fer at venja á Svangaskarði fyrrapartin í morgin.
- Nógvir spælarar hava havt ógvuliga strævna dystarskrá tær seinastu vikurnar. Tí er neyðugt við nógvari hvíld, og tað er orsøkin til, at vit bara venja eina ferð mánadagin og eina ferð týsdagin, sigur Jógvan Martin Olsen.