Eitt nýtt ættarlið av landsliðsspælarum er smátt um smátt við at seta sín dám á hópin hjá Allani Simonsen.
Í dystinum ímóti Finnlandi í gjár fekk 21 ára gamli Sunvard Joensen fyri fyrstu ferð høvið at verja føroyska málið. Hann loysti Jens Martin Knudsen av eftir steðgin. GÍ málverjin er fimti landsliðsmálverjin í teimum 64 dystunum, og hann er av einum øðrum ættarliðið, enn teir, sum annars hava verið ímillum stólparnar. Teir hava verið Jens Martin Knudsen, Kaj Leo Johannesen, Jákup Mikkelsen og Bjarni Johansen.
Sunvard Joensen er einasti føroyski spælarin í Spania, sum ikki hevði roynt at spæla landsdyst frammanundan.
Tað fruktar væl
Fróði Benjaminsen og Heðin á Lakjuni, sum báðir høvdu spælt tveir landsdystir frammanundan, vóru í gjár fyri fyrstu ferð ímillum teir fyrstu ellivu.
Jákup á Borg spældi í gjár sín níggjunda landsdyst, og hetta var onnur ferðin, at hann var ímillum teir fyrstu ellivu. Fyrra ferðin var ímóti Andorra fyri einum lítlum ári síðani.
Sunvard, Fróði, Heðin og Jákup eru saman við Rógva Jacobsen, sum seinnapartin av 2. hálvleiki loysti Jákup á Borg av, føddir í 1977, 1978 og 1979. Tað vil við øðrum orðum siga, at teir eru komnir fyri seg í vaksnamannafótbólti, eftir at Allan Simonsen í 1994 gjørdist venjari hjá landsliðnum.
Hesir fimm ungu menninir hava allir roynt seg á U?16 og U?18 landsliðunum, og tað boðar frá, at arbeiðið við unglingalandsliðunum, sum er styrkt nógv tey seinnu árini, hevur borið frukt.