Nýtt ættarlið av Galacticos

Nýggi forsetiní Real Madrid, Ramon Calderón, ætlar sær at finna nýggjar stjørnur til liðið hjá sær. Calderón sigur í eini samtalu við ítróttarblaðið AS, at bæði Kaka úr AC Milan og Arjen Robben úr Chelsea eru sinnaðir at skifta til Real Madrid at spæla. Tá ið tað snýr seg um nýggjan venjara, skal italski Fabio Capello verða eitt heitt evni. Roknað verður eisini við, at spælarar eru á veg úr Real Madrid, og har verða nøvn sum Roberto Carlos, Ronaldo og Raúl nevnd.