Nýtt áttamannafar til Árnafjørð

Árnfirðingar eiga bert ein kappróðrarbát, nevniliga áttamannafarið, Árnfirðing. Hesin bátur hevur fingið góð úrslit, og m.a. vann hann fyrstu trý meistaraheitini í 1966, ’67 og ’68. Kappróðurin í Árnafirði datt so smátt niðurfyri, men í 2005 bleiv Árnafjarðar Róðrarfelag endurstovnað. Nú er avgerð tikin um at byggja eitt nýtt áttamannafar, sum skal kallast Árnfirðingur. Harafturat hevur felagið tikið avgerð um at byggja nýtt kappróðrarneyst, sum fer at kosta góðar 2 mió. kr. Neystið verður væntandi liðugt áðrenn jól, meðan kappróðrarbáturin skal vera liðugur til komandi kappróðrarár.