Nýtt útisetablað á veg

Áarósin hjá Føroyingafelagið í Århus gongur nýggjar leiðir. Blaðið ætlar at gerast útisetablaðið Í vikuni kom Áarósin, blaðið hjá føroyingum í Århus, út í nýggjum sniði. Blaðið er talirør hjá einum stórum bólki av føroykum útisetum. Føroyingafelagið í Århus fær ongan stuðul frá politisku Føroyum, og blaðið er eisini ein roynd at vekja ans fyri teimum ótroyttu møguleikum, ið føroyskir útisetar kunnu geva føroyska samfelagnum.

Áarósin kann lesast á www.aarstova.dk

Talan er um heilt nýtt snið, ið Petur E. Ellefsen hevur sniðgivið. Petur arbeiðir hjá donsku fyritøkuni idworks í Århus, og hann fæst dagliga við at sniðgeva bløð ? bæði til prent og online.

Áður er blaðið prentað eins og onnur bløð og síðani sent út til limir í føroyingafelagnum í Århus, men soleiðis verður ikki framyvir. Blaðið kann síggjast av øllum, og hetta er ein liður í at fáa boðskapin út til onnur enn bara limirnar.

Blaðbólkurin handan blaðið er mannaður við fólki, ið hevur bakgrund innan fjølmiðlaheimin og øðrum, ið hava víst hesum heimi áhuga. Ábyrgdarblaðstjóri er Áki L. Hansen, og hann fær hjálp frá Hera á Rógvi, ið samskipar arbeiðið og leggur seinastu hond á.

Fyrsta útgávan av nýggja blaðnum inniheldur tema um Journalistháskúlan, har dentur verður lagdur á veruleikan um, at alt ov fáir føroyingar verða útbúnir á skúlanum. Prát er við bæði umboð frá skúlanum, Onnu V. Ellingsgaard, forkvinna í Føroysk Miðlafólk, føroying, ið hevur roynt fleiri ferðir at koma inn á skúla uttan eydnu, hóast hann í fleiri ár hevur arbeitt innan yrkið, og umframt annað.