Um smáar tvær vikur verður farið undir eitt nýtt tiltak fyri útlendingar í Føroyum, sum er ætlað tilflytarum, ið koma úr londum uttanfyri Norðurlond Hagtølini vísa, at eitt rættiliga stórt tal av útlendingum er í Føroyum. Við hesum nýggja »International Fellowship« verður miðað eftir at skipa ein felagsskap við altjóða dámi undir óformellum umstøðum, skrivar Thurid Brend í tíðindaskrivi.
Endamálið við tiltakinum er at skapa eitt forum fyri tilflytarar, har møguleiki er at møta øðrum fólkum í somu støðu. Tað verður skipað sum ein hugnalig samvera, har dentur verður lagdur á at hava tað gott saman og at samtala hvør við annan.
Tiltakið verður hildið í Meinigheitshúsinum í Havn, har spælistova er, og tí er møguleiki eisini at hava børn við. Harafturat ber til at keypa sær ein kaffimunn.
Ætlanin er at hava »International Felleowship« tann fyrsta leygardagin í hvørjum mánaði. Fyrstu ferð verður altso leygardagin 1. september, har byrjað verður kl. 15.
Nærri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til Thurid Brend, tlf. 581520.