Bygdaráðið í Leirvík fer nú at byggja lutaíbúðir í bygdini.
Tað hevur bygdaráðið nú samtykt.
Talan er um fimm lutaíbúðir, sum skulu byggjast við Ranggil, beint eystanfyri eldrasambýlið, Giljagarð.
Fríðgerð Heinesen, borgarstjóri í Leirvík, sigur, at ætlanin er at byggja lutaíbúðirnar sum fimm samanbygd hús, sum hvørt verður 50-70 fermetrar til støddar.
Hon sigur, at tey, sum keypa húsini, keypa so hvør sín lut í ognini. Talan er sostatt ikki um at leiga, men keypararnir fara sostatt at eiga hvør sín lut.
Enn er óvist, hvussu nógv húsini fara at kosta. Men ætlanin er, at lutaeigararnir gjalda eina upphædd fyri sín lut fíggja restina við láni, sum teir gjalda. Harafturat koma felags útreiðslur og gjald fyri hita og el, sum verða eftir nýtslu fyri hvørt húsið sær.
Tað er ikki heilt av tilvild, at lutaíbúðirnar verða beint við eldrasambýlið.
Borgarstjórin sigur, at útsýnið frá húsunum verður framúr.
Lutaíbúðirnar eru ætlaðar tilkomnum og eldri fólki. Húsini verða í einari hædd og væl hóskandi hjá gonguveikum og fólki í koyristóli.
Og ætlanin er eisini, at tey, sum keypa lutaíbúð, skulu kunna brúka ymsar hentleikar á eldrasambýlinum og at vera við ymsum virksemi har.
Eitt nú kann hugsast, at tey kunnu vera við í eini mattænastu hjá sambýlinum og keypa sær máltíðirnar haðani.
Leirvíkar Bygdaráð hevur sett 500.000 krónur av í fíggjarætlanini í ár til ætlanina til projekteringar og aðrar fyrireikingar. Kommunan skal skipa fyri ráðlegging, projektering, útgrevstri og planering. Annars er ætlanin at fara undir byggingina í vár og væntandi verður klárt at flyta inn næsta ár.










