Nýtt átak ímóti royking

66 prosent av teimum vaksnu í Grønlandi roykja, og helmingurin av teimum 15 ára gomlu roykja hvønn dag. Nú ætlar landsstýrið sær undir eitt átak, sum skal fáa roykjarar at leggja av og samstundis fyribyrgja, at onnur als ikki byrja at roykja.

Læknarnir siga, at roykingin hevur við sær sjúkur, sum gera, at fólk doyggja alt ov tíðliga, og tí hevur landsstýriskvinnan í heilsumálum, Agathe Fontain, sett sær fyri at gera Grønland meiri roykfrítt til gagns fyri fólkaheilsuna, sigur KNR.

Millum tiltøkini er ein kapping millum skúlar um "Roykfrían flokk", og í útvarpinum er eitt skeið um, hvussu fólk kunnu leggja av at roykja. Eisini skulu stovnar fyri børn og ung hava skipaðan roykipolitikk.