Nýtt tak á Fuglafjarðar kirkju

KIRKJA Umframt at kirkjan, sum er vígd á hvítusunnu í 1984, nú fær nýtt tak, fær kirkjan eisini nýggja ljósføring, og so skal hon eisini málast uttan

Tað er felagið NH Betong í Klaksvík, sum nú er í holt við at leggja nýtt tak á Fuglafjarðar kirkju, og tað er Fugl Ark, sum hevur eftirlitið við hesum arbeiði.
Marin S. Thomsen, forkvinna í kirkjuráðnum, sigur, at arbeiðið at leggja nýtt tak á kirkjuna varð útboðið í 2012.
- Sambært ætlanini skuldi arbeiðið verið byrjað fyrr í ár, men síðan NH Betong fór í gongd, hevur tíðarætlanin hildið. Tað eru einir 14 dagar, síðan arbeiðið byrjaði, og sambært ætlanini skal arbeiðið verða liðugt í oktober í ár.
Hon sigur, at kirkjuráðið í Fuglafirði longu frammanundan hevur gjørt av, hvat tað skal leggjast á.
- Vit gjørdu av at leggja aluminiumstak á kirkjuna. Eitt alternativ var kopartak, men tað hevði bæði verið nógv dýrari, eins og kopartak verður sagt ikki rættiliga at koma til sín rætt í føroyska veðurlagnum.

Gamla liggur
Marin S. Thomsen sigur, at upprunaliga takið, sum hevur ligið á kirkjuni, verður liggjandi, og nú verður lektað av nýggjum, áðrenn nýggja aluminiumstakið verður lagt á.
- NH Betong eru soleiðis lidnir at lekta á niðaru síðu á kirkjuni.
Forkvinnan í kirkjuráðnum sigur, at sjálvt takskiftið fer at kosta millum 600.000 og 700.000 krónur, og síðan verður ymiskt annað gjørt við kirkjuna, soleiðis at samlaða íløgan fer at liggja um 1,2 miljónir krónur.
- Umframt at leggja nýtt tak á, fær kirkjan eisini nýggja ljósføring, tí vit halda, at tað hevur verið ov myrkt inni í kirkjuni. Vit hava eisini gjørt av, at kirkjan skal málast uttan, men nú er ivasamt, um hetta kann gerast í heyst – ella, um málaraarbeiðið bíðar til næsta summar, sigur forkvinnan í kirkjuráðnum.
Næsta ár verður kirkjan í Fuglafirði 30 ár. Hon varð vígd á hvítusunnu í 1984.