Skipið, sum Supply Service hevur bílagt frá norska Havyard Group, skal latast føroyska felagnum um eitt ár ? í august 2011. Virði á sáttmálanum, sum Supply Service og Havyard Group hava gjørt, er beint omanfyri 300 milliónir norskar krónur.
Supply Service eigur frammanundan eitt supplyskip, sum teir hava keypt frá Havyard Group, men hava nú bílagt næsta skipið. Hetta skipið er 86 metrar langt, 17,6 metrar breitt, vigar 4200 tons og víddin á dekkinum er 900 fermetrar.
Skipið kann sigla 15 knop og rúmar 24 fólkum.
- Tað er at gleðast um, at góðir og krevjandi kundar koma aftur og bíleggja nýggja bátar orsaka av teimum royndunum, tey hava gjørt frá fyrr av. Supply Service er ein ógvuliga spennandi kunde við góðum royndum, grundað á sterku bondini í fiskivinnuna og eisini til offshore vinnuna, sum teir nú eru farnir undir, skrivar norska felagið Havyard Group í einum tíðindaskrivi.










