Nýtt superbattarí til telefonina klárar fimm dagar

Gransking: Avstralia skal royna nýggja battaríið í bilum í ár. Danskur granskar er áhugaður, men vil fyrst síggja, hvussu battaríið virkar.

Granskarar á Monash University í Avstralia hava víðariment eitt battarí, sum nú spreingir karmarnar fyri, hvat vit kunnu vænta okkum av løðingarorku. Tað skrivar Videnskab.dk.

Nýggja battaríið kann sambært granskarunum halda eini telefon løddari í fimm dagar ella fáa ein el-bil at koyra einar 1.000 kilometrar upp á eina løðing. Til samanberingar klárar ein nýggjur Tesla bara helvtina av hesum í dag.

Longu í ár fara granskarar at royna battaríið í bilum og á elnetinum í Avstralia. Battaríini eru sonevnd litium-svávul-battarí, sum granskarar á økinum vænta sær nógv av í framtíðini.

»Um tað fer at eydnast at framleiða litium-svávul-battaríini og fáa tey í bilar og elektrisk net, kunnu tey taka yvir stóran part av mettu 980 milliardum krónunum, sum marknaðurin fyri hesum í Avstralia er mettur til«, sigur ein av granskarunum handan uppfunna battaríið, Mainak Majumder, professari, frá Monash University, í einum tíðindaskrivi, sum universitetið hevur sent út.

Sjálvandi skulu vit altíð taka slíkar útsagnir við varsemi, men nýggja battaríið tykist spennandi, heldur Poul Norby frá DTU Energy við Danmarks Tekniske Universitet (DTU).

Poul Norby hevur ikki verið við í menningini av nýggja battarínum, men hann hevur lisið um tað við stórum áhuga.

»Sjálvandi eru slíkar greinar eitt sindur uppblástar. Eg eri vísur í, at orkuinnihaldið í litium-svávul-battaríunum ikki er ein faktur fimm hægri enn í vanligu litium-ion-battaríunum. Men nú mugu granskarar út at vísa, hvussu góð battarí teirra eru«, sigur Poul Norby við Videnskab.dk.

Litium-svávul-battaríini eru sum so ikki ein nýggj uppfinning, men tíverri er livitíð teirra ógvuliga stutt.

Ein av trupulleikunum hevur verið, at svávulkatodurnar, haðani streymurin fer úr battarínum, víðkast og brotnar, so so doyr battaríið skjótt.

Tey litium-svávul-battarí, sum granskarar úr Avstrala hava ment, eru tó nógv meira støðug enn fyrru sniðini og kunnu endurløðast 200 ferðir og tá varðveita 99 prosent av máttinum.

Granskarar hava í stuttum gjørt tað, at teir hava givið svávulkatodunum meira pláss til at røra seg inni í battaríinum, so tær kunnu víðkast og trekkja seg saman uttan trupulleikar.

Í tíðindaskrivinum greiðir ein annar av granskarunum handan menningina av battarínum, Matthew Hill, lektari, frá, at vælumtókti mátturin í battarínum saman við lægru framleiðslukostnaðunum, nóg mikið av vøru at gera battaríini burturúr, lægri umhvørvisávirkan og lættari framleiðslu, fer at gera battaríið væl dámt til ymsar nýtsluskipanir í veruliga heiminum.

Svávul er sera bíligt, tá tað er at finna allastaðni á jørðini.

»Hesin framferðarháttur (at framleiða litium-svávul-battarí) lívgar ikki bara tey, sum hava brúk fyri nógvari orku, men er eisini einfaldur og sera bíligur, tá hann nýtir vatnbaseraðar framferðarhættir. Tað kann føra til munandi minking í umhvørvisskaðilinum burturksti av framleiðsluni,« sigur Matthew Hill.

Meira kann lesast á VIDENSKAB.DK