Nýtt studio í Havn

Tríggir vinmenn hava sligið seg saman og sett eitt á nýtt studio á stovn
?The Shoemaker Studio? er navnið á nýggju upptøkuhølunum, ið halda til mitt í Havn. Teir tríggir, Petur Harald í Kálvalíð Jacobsen, Martin Rói Vilhelmsen og Heri Nolsøe vóru ikki nøgdir við verandi upptøkuumstøðurnar. So teir gjørdu av at gera síni egnu upptøkuhøli.

 

Nýggju upptøkuhølini miðja serliga eftir nýggjum bólkum og einstaklingum, ið hava hug at taka okkurt upp, men samstundis ikki hava ráð til at fara inn í eitt av dýraru upptøkuhølunum í býnum. Sambært heimasíðu teirra, so hevur The Shoemaker Studio bíligastu prísirnar í landinum.

 

Á MySpace-síðuni hjá ?skómakarunum? ber til at hoyra upptøkur, ið eru gjørdar hjá teimum.

 

Vitja

www.theshoemakerstudio.com<a> Vitja <b>www.myspace.com/theshoemakerstudio <a>