Nýtt stjórastarv er nú lýst leyst

Heilsu og Innlendismálaráðið lýsir nú nýtt stjórastarv leyst at søkja.

- Á Ólavsøku 2018 verður málsøkið persóns-, húsfólka- og arvarættur yvirtikið og umsitingin av familjumálum, sum í dag er á Ríkisumboðnum, verður løgd til landið og skipað undir Familjufyrisitingini. Søkt verður í hesum sambandi eftir einum fakligum stjóra til Familjufyrisitingina at byrja 1. apríl 2018 ella eftir nærri avtalu. 

 

 

Soleiðis byrjar Heilsu- og Innlendismálaráðið lýsingina eftir stjóra til Familjufyrisitingina. Víðari verður sagt, at fakligi stjórin fær ábyrgdina av dagligu leiðsluni og menningini av Familjufyrisitingini. Familjufyrisitingin verður myndugleiki fyri eini røð av málum á familjurættarliga økinum. Millum annað mál viðvíkjandi samveru, hjúnarskilnaði, ættleiðing, barnagjaldi og verjumál.

 

 

 

Fakligi stjórin fyri Familjufyrisitingina hevur evstu ábyrgd mótvegis Heilsu- og innlendismálaráðnum.Fyrsta uppgávan hjá fakliga stjóranum verður at byggja upp føroysku Familjufyrisitingina, harundir at tryggja eina smidliga flyting av starvsfólkum frá Ríkisumboðnum til Familjufyrisitingina og leggja ætlanir fyri arbeiðið hjá stovninum. Ein týðandi uppgáva verður eisini at tryggja eina framhaldandi talgilda og nýmótans umsiting av økinum. 

 

 

Les alla starvslýsingina við at trýsta á her.