Nýtt starv til uppsagdan stjóra

Mary í Garði, sum í september varð loyst úr starvinum sum stjóri í Nærverkinum, er sett í nýtt starv sum deildarstjóri í Almannamálaráðnum

Í september í fjør tók Rósa Samuelsen, táverandi landsstýriskvinna avgerðina at leggja Nærverkið og Almannastovuna saman. Samanleggingin hevði við sær, at ein stjóri var til avlops, og valið hjá landsstýriskvinnuni fall á Petru Jónsdóttir. Hon skuldi vera stjóri á samanlagda stovninum.
Mary í Garði, sum var stjóri í Nærverkinum, varð loyst úr starvi.
Tað var hon hørm um, men Mary í Garði varð kortini ikki slept upp á fjall.
Sum tænastumaður ella tænastukvinna hevði hon rætt tilløn trý ár fram, og í vár gjørdi Almannamálaráðið atalu við hana um, at hon skuldi setast í starv sum deildarstjóri í ráðnum.
Hetta er eitt nýtt starv, sum ikki varð lýst leyst.
Tað váttar Eyðun Mohr Hansen, aðalstjóri í ráðnum.
Hann sigur eisini, at hetta er vanlig mannagongd, tá ið ræður um tænastumenn, sum kortini eru í lønarskipanini.
Tað kostar ikki Almannamálaráðnum nakað at gera eitt nýtt starv upp á henda mátan, tí tænastumaðurin skal kortini hava løn, og ráðið hevur avtalað við Mary í Garði, at hon heldur fram við somu løn sum frammanundan.