Ólavur á Váli Olsen hevur í dag givið út nýtt staklag. Lagið ber heitið “Gev mær eina løtu”, og er skrivað av Ólavi sjálvum við hjálp frá Signari í Homrum.
Sangurin er framleiddur av Jeff Collins í Crossroads Studios í Arden, North Carolina. Ljóðblandað og mastrað hevur Clay Miller.
Í fjør gav Ólavur á Váli Olsen sína fyrstu fløgu út, Her og Nú, og hetta er fyrsta staklag, hann hevur givið út síðan tá.
Lagið er eisini komið út á Spotify, Apple Music og øðrum stroymingstænastum. Hoyr "Gev mær eina løtu" omanfyri.










