Nýtt stórveldi

Í einari nýggjari meting av, hvussu tann heimspolitiska støðan fer at síggja út í 2020, skrivar trygdarráðið hjá amerikonsku stjórnini, at tá verður Brasil tað leiðandi stórveldið í Latínamerika, og at landið eisini fer at hava eina týðandi støðu á altjóða pallinum.

Sambært metingini gongur tað so mikið væl í Brasil, at búskaparliga og politiskt verður landið í einum flokki fyri seg saman við Kili í 2020. Hini londini í Suðuramerika og Miðamerika fara framvegis at hava tørv á amerikanskari hjálp, skrivar trygdarráðið.

Heimspolitiskt væntar amrikanska trygdarráðið, at Kina og India verða teir størstu kappingarneytarnir hjá USA um 15 ár, bæði búskaparliga, politiskt og hernaðarliga. Ráðið ger samstundis vart við, at ein samgonga ímillum Kina, India, Indonesia og Brasil kann gerast ein álvarssom avbjóðing hjá USA. Víst verður á, at meiri enn helmingurin av øllunum fólkinum í heiminum búgva í hesum fýra londunum.