Nýtt stórt setahúsaøki í Marknagili

Nýggja leiðslan í Tórshavnar kommunu vil hava avtaluna um innkomuvegin og tunnilin út í Marknagil upp á pláss sum skjótast, so farast kann undir útstykking í Marknagili.

– Okkum tørvar ungdómsbústaðir, lestrarbústaðir og eldrabústaðir í kommununi, og vit fara beinanvegin undir at byggja leiguíbúðir og lutaíbúðir saman við Bústøðum. Vit ætla eisini at gera nýggj grundstykki í allari kommununi.

Soleiðis var boðskapurin, tá nýggi meirilutin í Tórshavnar kommunu legði politikkin fram fyri fjølmiðlunum í vikuni sum fór.

Sambært Heðini Mortensen, borgarstjóra, so er ætlanin at gera útstykkingar ymsastaðni í kommununi – og ítøkiliga nevndi hann økið úti í Marknagili.

Her nevndi borgarstjórin møguleikan at stykkja út á økinum oman fyri Marknagilsvegin við sjálvt Marknagil kring Marknagilsá. Talan er um økið omanfyri, har Mark hevur bygt leiguíbúðir og stykkjað út nøkur grundstykki.

– Har er fínt byggilendi allan vegin niðan móti Hotel Føroyum, men tað er av týdningi, at tunnilin og vegurin verða gjørd fyrst, so vit fáa lagt hetta til rættis, segði Heðin Mortensen.

Eftir ætlanini, sum fyriliggur, so kemur tunnilin, sum skal førast av Villingardalsvegnur úr í Marknagil, út millum Hotel Føroyar og ríðihøllina hjá Berghestum. Haðani skal vegurin so førast oman í Marknagilsvegin á strekkinum oman fyri Glasir.

Útstykkingarætlanin í Marknagili kann ikki avgreiðast, fyrr enn hendan vegaføringin er fingin upp á pláss, sigur borgarstjórin.