Nýtt stýri fyri Dugna

Nýggir limir í stýrinum fyri Dugna eru Karin Kjølbro, leiðari fyri kriminalforsorgini, Ása Olsen, leiðari í Meginfelag teirra brekaðu.

Í stýrinum sita nú Johan Samuelsen, Esther Dahl, Ernst Jacobsen, Karin Kjølbro og Ása Olsen. Stýrið skipar seg sjálvt.

Sambært viðtøkunum fyri sjálvsognarstovnin Dugna, skal landsstýriskvinnan í almannamálum velja limirnar í stýrið. Stýrið er mannað við fimm persónum, ið sita í fýra ár. So ikki allir stýrislimirnir fara frá samstundis er skipanin tann, at ikki allir limir verða valdir í senn. Hesaferð stóðu Jóhan Samuelsen og Jóna Olsen fyri vali. Jóna ynskti ikki afturval.

Harumframt skuldi limur veljast fyri Leilu Solmunde, sála. Meginfelag teirra brekaðu mælti til at velja Ásu Olsen í stýrið at umboða felagið.