Nýtt slagorð til FIFA

Gamla kenda slagorðið hjá altjóða fótbóltssamgonguni, FIFA, verður nú strikað. Gamla slagorðið var ?For the good of the game,? men nú hevur FIFA kunngjørt eitt nýtt lýsingarslagorð í samband við komandi fótbóltskappingarnar. Nýggja slagorðið er ?For the game. For the world.? Hetta veit vinnuvitan.fo at siga í morgun.

 

Fyrstu ferð nýggja slagorðið verður brúkt, verður til HM-endaspælið hjá kvinnum, sum verður í Kina um ikki so langa tíð.

 

Lýsingarfyritøkan Y&R Advico úr Sveis hevur eisini gjørt nakrar sjónvarpslýsingar, ið fylgja nýggja samleikanum hjá altjóða fótbóltssamgonguni.