Alzheimerfelagið hevur aðalfund tann 25.apríl, og tá verður frumsýning av leikinum "Svíkja vit Hannis". Tað eru starvsfólk og onnur, sum framføra sjónleikin, ið snýr seg um fólk við demenssjúkum.
Birita Mohr úr Leikhúsinum Gríma hevur stuðlað undir tiltakið, sum Alzheimerfelagið hevur tikið stig til. Hetta er ikki roynt fyrr um okkara leiðir, og tískil hava sjónleikararnir fingið hjálp frá danska Forumteater.
Sjónleikurin krevur av hyggjarunum, at teir fylgja væl við, tí teir eru eisini partur av framførsluni. Teir verða nevniliga bidnir um at taka støðu til teir trupulleikar, sum sjónleikurin vísir teimum.
Sjónleikurin er at síggja sunnudagin 25. apríl kl. 16.00 í auluni á Føroya Læraraskúla.