Nýtt áskoðaraskýli á Skála

Skála Kommuna ger nýtt, stórt áskoðaraskýli í ovara borði við fótbóltsvøllin

Fótbóltsáskoðararnir á Skála skulu ikki standa á berajólum, tá landskappingin byrjar aftur næsta vár. Kommunan hevur gjørt eitt stór áskðaraskýli við vøllin. Skála Kommuna eigur alt stadionøkið, sum tað er. Bæði høll og vøll, sum brogarstjórin tekur til.
Skýlið er umleið 90 metrar langt, sigur Kári Johannesen, borgarstjóri á Skála. Tað kostar hálvaaðru millión krónur, sigur hann.
Hvussu nógv fólk sleppa at kroka í nýggja skýlinum, er hann eitt sindur ivasamur um. Ta velst alt um, um tosað verður um standandi ella sitandi áskoðarar.
Verður talan um at hava fólk standandi, væntar hann, at eini 600 fólk sleppa undir tak. Nakað minni verður tað, um alt verður gjørt til sitipláss.
Tað er smápartafelagið Húsasmíð á Skála, sum ger skýlið fyri kommununa. Stálkonstruktiónirnar eru fluttar inn úr Danmark, sigur Kári Johannesen, borgarstjóri á Skála, tað sum eftir er av árinum, tá Skála verður partur av Runavíkar Kommunu.
Hann sigur, at nýggja skýlið fer at standa liðugt um mánaðarskiftið komandi. Tað er ein mána ella so seinni enn ætlað varð frá byrjan.