Skip
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Nógvar eru døpru søgurnar úr Suðuroynni fyri tíðina, men onkur sólstrála er tó at hóma av og á.
Ran kallast nýggjasta skipið, sum hoyrir heima í Vági. Hetta er gamli Enniberg og Ljósafelli.Sunnudagin kom skipið á Vág og fór síðani royndartúr undir Føroyum fyri at royna reiðskapin.
Nógvar ábøtur eru millum ár og dag gjørdar á skipið, sum tí er í sera góðum standi, hóast árini eru mong.
Ran er 55 metrar langur, 11 metrar breiður og er eini 300 tons.
Júst hvar skipið fer at royna er ikki heilt av-gjørt, men skipið hevur ikki fasta kvotu. Manningin á Ran er blandað og kemur úr øllum landinum.
Teir, ið nú eiga skipið, eru brøðurnir Mikkjal og Heri Godtfred í Vági, Pól Patursson, Kirkjubø, Klæmint Olsen, Sandur, Hans Andreas Joensen, Hósvík og Símun Einarsson, Lambi.