Íverksetarahúsið í Klaksvík fer í februar undir nýtt skeið fyri tey, sum umhugsa ella longu hava sett á stovn egið virkið. Á skeiðinum fara royndir íverksetarar, vinnulívsfólk og ráðgevarar at geva innlit í teirra vitan og royndir.
Rani Nolsøe, leiðari í Íverksetarahúsinum, sigur, at luttakarnir fáa grundleggjandi fakligheit á skeiðnum, umframt at tey sleppa at vera saman við øðrum fólkum, sum arbeiða við somu avbjóðingum.
Endamálið við skeiðnum er at brynja fólk til at taka røttu avgerðirnar, um tey ynska at byrja á egnum beinum, hava onkrar ítøkiligar ætlanir, ella eru farin í gongd sum íverksetara.