Nýtt skúvoyarskip í ár

Strandferðslan leitar nú eftir hóskandi skip til at sigla ímillum Sandoy og Skúvoy.

Tað hevur landsstýrismaðurin í vinnumálum, Johan Dahl, biðið stovnin um.

Men hann tekur ikki undir við, at talan verður um glastrevjaskip, men eitt stálskip, tí viðurskiftini eru so vánalig, at mælt verður frá glastrevjabátum.

Páll á Reynatúgvu, tingmaður, hevur fregnast eftir, hvussu verður við ferðasambandinum í Skúvoy í framtíðini.

Men landsstýrismaðurin staðfestir, at hesi næstu árini er ongin peningur er settur av til skúvoyarskip á íløgukarminum hjá Samgonguni.

Kortini ivist hann ikki í, at verður rætta ferjan verður funnin til ein rímiligan penga, verður undirtøka í samgonguni og í Løgtinginum fyri at keypa hana til skúvoyarsiglingina.

Og hann ivaðist ikki í, at málið verður loyst í ár. Talan er um skip, sum eru 16-18 metrar.

Annars kostar eitt nú skip 8-10 milliónir.

Hin møguleikin er at byggja Sildberan, sum nú røkir siglingina, út, og at gera ábøtur á hann.

Men av tí, at ongin peningur er avsettur, kann hann einki siga um, nær nýggj skúvoyarferja kemur.

Annars vóru tað fleiri tingfólk, sum førdu fram, at tað er ótolandi at hava eitt skip, sum kanska siglur seks míl, tí tað hoyrir ikki nútíðini til.

Men onkur tinglimur róði eisini fram undir at einskilja skúvoyarleiðina á sama hátt, sum mykinesleiðin er einskild.