Nýtt skúlaár við betri kørmum í Hoydølum

Í dag byrjar Føroya Studentaskúli og HF-skeið í Hoydølum eitt nýtt skúlaár við munandi betri kørmum enn í fjør.

Gamla dreingjakostdeildin varð stongd fyri undirvísing í vár, og nýggj lon við 10 skúlastovun er bygd sunnan fyri skúlan, og verður heilt liðug 25. august 2010.

Harumframt eru umfatandi umvælingar framdar í høvuðsbygninginum. Tríggjar skúlastovur afturat hava fingið ísettar luftskiftisskipanir, og fleiri ábøtur eru gjørdar á gólv, veggir og hurðar kring um á skúlanum, har trupulleikar hava verið við fukti og harvið eisini vandi fyri soppi. Týdningarmest er tó, at eitt 800 fermetra stórt kjallaraøki, ið vísti seg at vera illa fongt við soppi, er ruddað og reinsað, samstundis sum tað við tettingum og luftsúgvingarskipanum er byrgt upp fyri, at dálkað luft úr hesum øki gýsur upp gjøgnum skúlan.

Síðani er høvuðsbygningurin allur, sum hann er, vaskaður við soppadrepandi evni. Sopparoyndir vórðu tiknar í gjár, og verða hesar sendar til Danmarkar fyri at kanna, hvussu væl ábøturnar hava batað.

Nógv fólk, bæði handverkarar, starvsfólk og reingerðarfólk, hava verið til arbeiðis á skúlanum alla summarfrítíðina fyri at fáa nýggja bygningin og ábøturnar í høvuðsbygninginum lidnar til tíðina.

Mikkjal Helmsdal, rektari á skúlanum roknar við, at við teimum framdu átøkunum, er inniluftin í høvuðsbygninginum vorðin munandi betri. Bygningurin kenst longu nú munandi frískari at vera í. Og við nýggja bygninginum er trýstið á høvuðsbygningin eisini eitt sindur minni.

Landsstýriskvinnan í mentamálum, Helena Dam á Neystabø, sigur í tíðindaskrivi, at hon er sera fegin um, at arbeiðs- og tíðarætlanin í summar hevur hildið. Landsstýriskvinnan vónar, at hesar og komandi ábøtur á skúlan fara at muna, soleiðis at næmingar, lærarar og onnur starvsfólk á skúlanum kunnu kenna seg trygg við arbeiðsumhvørvið á skúlanum, hóast skúlin er slitin og ótíðarhóskandi. Væntandi verður skúlabyrjanin hjá næmingunum í Hoydølum í 2014 flutt til nýggja skúladepilin í Marknagili, ið tá ætlandi er liðugur.